Jógvan nýggjur formaður

Jógvan Skorheim kemur at stjórna Sjálvstýrisflokkinum í Norðoyggjum, nú hann er valdur til nýggjan formann í Norðoya Sjálvstýrisfelag.

Á aðalfundinum hjá Norðoya Sjálvstýrisfelag seinasta hósdag varð nýggj nevnd vald, og í gjár skipaði nevndin seg.

Í nývaldu nevndini sita Jógvan Skorheim, formaður, Jan Joensen, næstformaður, Rúna Sivertsen, skrivari, Svend Dahl, peningarøkil og Schumann Hansen, nevndarlimur.

Varalimir eru Jóannes Skorheim og Knút Olsen.

- Nýggja nevndin ætlar sær skjótt til verka og fer at skipa fyri tiltøkum fyri at samansjóða limirnar og fáa lív aftur í flokkin í Norðoyggjum, siga tey í Norðoya Sjálvstýrisfelag.

Jógvan Skorheim loysir Jan Joensen av, sum í mong ár hevur verið formaður í Norðoya Sjálvstýrisfelag.

Jan Joensen hevur seinastu árini verið formaður í landsnevnd Sjálvstýrisfloksins.

- Norðoya Sjálvstýrisfelag takkar Jan fyri tíðina, hann hevur verið formaður og ynskir nýggja formanninum og nevndini góðan arbeiðshug, verður sagt úr Norðoyggjum.