Jógvan Martin: Vit spældu sum eitt 3. deildarlið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Jógvan Martin Olsen var skelkaður av avrikinum hjá sínum monnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við Jógvan Martin Olsen, høvuðsvenjara hjá ÍF, aftaná Jógvan Martin Olsen hevði verið vitnið til, at hansara menn fingu eina skortfleingju uppá 1-6 við Løkin í Runavík fyrr í dag.

 

- Hatta var eitt vánaligt avrik hjá okkum. Fyri at siga tað uppá ein penan máta, so var hatta næstan skomm, at vit kunnu avrika so illa, sum vit gjørdu tann seinasta partin av dystinum, staðfestir Jógvan Martin Olsen.

 

Jógvan Martin Olsen heldur, at støðið hjá ÍF í dag var átøkt støðinum hjá einum 3. deildarliði. 

 

- Tað sá slettis ikki út til, at vit høvdu dirvið at spæla bóltin millum okkum, greiðir ein vónsvikin Jógvan Martin Olsen frá.