TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Neli Heldarskarð gjørdi á Rás2 við Jógvan Martin Olsen, høvuðsvenjara hjá ÍF, aftaná 0-4 tapið hjá ÍF ímóti KÍ í Fuglafirði fyrr í dag.
Jógvan Martin Olsen heldur ikki, at 4-0 til KÍ er ein røtt mynd av dystinum. Hann heldur, at ÍF hevur intiativið til KÍ leggur seg á odda 2-0.
Jógvan Martin Olsen heldur er, at ein aðaltrupuleiki hjá hansara monnum er, at teir duga ikki at verja, og hann er vónbrotin um, at ÍF letur fýra mál inn í dag.