Jógvan Martin Olsen venja Víking?

Fyri hálvum øðrum mánaða síðan boðaði núverandi venjarin hjá Víkingi, Anton Skoradal, at hann ikki heldur fram sum venjari eftir hetta kappingarárið. Nýggjur venjari er nú funnin til komandi kappingarár, og hann verður avdúkaður á kunningarfundi hjá felagnum í dag kl.17.

Nógv bendir á, at nýggi venjarin eitur Jógvan Martin Olsen. Fráfarandi landsliðsvenjarin hevur longu avdúkað, at hann skal venja eitt formulalið, og Víkingur er júst nú tað felagið, sum manglar venjara.

Portalurin fylgir støðuni.