Nes kommuna hevur sett Jógvan Martin Olsen sum umsjónarmann á ítróttarøkinum á Svangaskarði.
Í summar fer hann at vera í parttíðarstarvi á Svangaskarði, og tá fótbóltskappingin verður liðug síðst í oktober, fer hann í fulltíðarstarv.
Níggju umsøkjarar vóru til starvið.
Jógvan Martin Olsen er útbúgvin elektrikari. Umframt at arbeiða við sínum handverki hevur hann royndir í handilslívinum og sum sjálvstøðugur vinnurekandi.
Hann hevur UEFA A-lisens venjaraprógv og UEFA Pro-lisens venjaraútbúgving, og hann er FSF venjarainstruktørur.
- Nýggi umsjónarmaðurin á Svangaskarði er 51 ára gamal. Hann býr á Brekkukletti, bara heilt stuttan tein frá Svangaskarði, sigur Nes kommuna.
Vit kunnu leggja aftrat, at Jógvan Martin Olsen er kendur innan føroyska fótbóltsheimin.