Jógvan Martin Olsen heldur fram í Víkingi

Tað váttar heimasíðan hjá felagnum í dag.

 

51-ára gamli Jógvan Martin, hevur verið venjari hjá Víkingi síðani 2009. Í tí tíðarskeiðnum hevur Víkingur vunnið kappinga um Løgmanssteypið tvær ferðir.

 

Í landskappingin hevur felagsliðið úr Gøtu og Leirvík vunnið bronsu heiðursmerki tvær ferðir og felagið hevur framvegis møguleikan at vinna enn eitt bronsu heiðursmerki í landskappingin í árr.

 

Sáttmálin millum Víking og Jógvan Martin Olsen er galdandi fyri komandi kappingarár.