Jógvan Martin Olsen: Fleiri pengar til ungdómsmenning

- Hevur eitt felag fýra milliónir, skal minst ein millión brúkast til ungdómsmenning

ÍtróttarSosialurin fer í greinarøð at varpa ljós á spælaramenning í føroyskum fótbólti. ÍtróttarSosialurin hevur tosað við fyrrverandi landsliðsvenjaran og fótbóltsmennaran, Jógvan Martin Olsen. Hann hevur um nakar innlit í føroyskan fótbólt og heldur, at feløgini skulu brúka meiri pengar upp á ungdómin.

 

Les greinarøð í ÍtróttarSosialinum

 

- Eitt eldfimt evni, men býtið av peninginum hjá feløgunum er skeiklað. Í stóran mun hevur mann venjarar til Effodeildarliðið – onkrir fulla tíð, aðrir kanska upp ímóti fullari tíð – ið møta til venjing fýra ferðir um vikuna, og stórt sæð ikki eru við í ungdómsvenjingini í felagnum annars. Í hesum førunum haldi eg ikki, at feløgini fáa nóg mikið fyri peningin, sigur Jógvan Martin Olsen, sum hevur UEFA Pro License venjaraútbúgving.

 

Jógvan Martin Olsen heldur, at feløgini fáa ov lítið fyri pengarnar, sum verða brúktir upp á spælarar á besta liðnum, meðan onnur brúka somu tíð, men einki fáa fyri tað.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

- Tíðin er farin frá, at venjarar hjá yngru liðunum finna seg í at gera alt fyri einki, meðan onnur fáa pening afturfyri. Hví skal ein ungdómsvenjari, sum hevur ábyrgdina av venjing 3-4 ferðir um vikuna við eini 30 spælarum og skal skipa fyri kappingum í vikuskiftinum, gera tað ókeypis, tá ein spælari kanska fær fimm til tíggju túsund krónur fyri at venja fýra ferðir um vikuna, spyr Jógvan Martin Olsen.

 

Hann heldur at loysnin er, at feløgini brúka fleiri pengar upp á ungdómsdeildina og ungdómsvenjarar. Nakað sum bæði Anders Gerber, venjari hjá NSÍ, og Thomas Thinggaard, fótbóltsmennara taka undir við í greinarøðini.

 

Les eisini: (Anders Gerber) Hugsi í elitufótbólti

 

- Ungdómsdeildin í einhvørjum felagi skal eiga í minsta lagi 25 prosent av fíggjarætlanini. Hevur eitt felag fýra milliónir krónur, skal minst ein millión brúkast til ungdómsmenning, heldur Jógvan Martin Olsen fyri.

 

Brot úr greinarøð í Sosialinum mánadagin 12. juni 2017

 

Í grein í ÍtróttarSosialinum frá mánadegnum 12. juni hevur Jógvan Martin Olsen víst á fimm avbjóðar í menningini av føroyska spælaranum. Og tað er ein bersøgin fótbóltsmennari og fyrrverandi landsliðsvenjari, ið setur orð á føroyskan fótbólt anno 2017.

 

Tær fimm avbjóðingarnar:

1. Menningarátakið hjá Fótbóltssambandinum má fylgjast av feløgunum

2. Ov lítið av peningi verður brúktur til ungdómsmenningina

3. Vit tora ikki nóg væl at dyrka talentini

4. Yvirgongdin frá ungdóms- til vaksnamannafótbólt er ov trupul, og kappingarskipanin er ikki nøktandi

5. Okkum tørvar eitt fótbóltsakademi, og tað skal koma frá Fótbóltssambandinum

 

Les greinina í ÍtróttarSosialinum frá mánadegnum. Sosialurin kann eisini keypast á netinum.