Jógvan Martin Mørk 60 ár

Í dag verður Jógvan Martin úr Havn 60 ár
Jógvan Martin er næst yngstur av børnunum hjá Jovinu og Mortani Mørk. Hini systkini eru Magdalena, Mikkjal (andaðist í 2007) og Mortan.
Hóast áhugamálini hava verið nógv, so er eingin ivi um, at hondbóltur er nakað av tí fyrsta, sum hugsað verður um, tá tosað verður um Jógvan Martin.
Síðani á dreingjaárum hevur hann verið ein av trúgvastu viðhalds­monn­un­um hjá Neistanum. Páp­in var á sinni við til at vinna meistaraheiti við felagnum, og einki var at siga til, at Jógvan Martin eisini valdi hondbóltin og Neistan, hóast tíðin eisini rakk til nakað av fótbólti fyri B36.
Umframt at vera ein av stuðulsspælarum á liðnum, sum rakti tindarnar við FM-heitinum í 1978, var Jógvan Martin frá 70’unum og fram til í fjør venjari hjá felagnum. Einamest í ung­dómsdeilini, men eisini hev­ur hann verið venjari hjá besta kvinnuliðnum, sum tey árini var einaráðandi. Og okkurt skifti var hann eisini knýttur at venjarabólkinum hjá manslandsliðnum, har Jógvan Martin sjálvur spældi 24 landsdystir.
Í fleiri ár var var Jógv­an Martin eisini limur í starvsnevndini hjá Hond­bólts­sambandinum. Flestu av hesum var hann formaður í kappingar­nevnd­ini, og hóast hann legði tann sessin frá sær í fjør, so eru framvegis boð eftir honum, tá kabalin við kappingarskránni skal fáast at ganga upp.
Hjá teimum flestu hevði hondbóltsspælið og nevnd­ararbeiðið kring hetta helst verið nóg mikið, men Jógvan Martin hevur eisini verið aktivur í so nógvum øðrum lutum.
Hann hevur í fleiri ár verið fastur fúsur millum undirvísararnar hjá Dansi­frøi. Poltiskt hevur hann verið aktivur innan javnaðarrørsluna í Havn, og eitt skifti undirvísti hann eisini í svimjing.
Jógvan Martin tók lær­araprógv í 1980, og síðani hevur hann starvast á Eyst­urskúlanum, har hann í dag er varaskúlastjóri.
Jógvan Martin giftist Ruth (f. Johannesen) av Oyrarbakka í 1972, og tey hava trý børn. Súna varð fødd í 1972. Áki í 1981 og Terji í 1994. Og eins og hjá pápanum hevur hond­bólt­urin fylt tað mesta hjá børnunum, sum sjálvandi hava valt Neistan sum sítt felag. Súna var í fleiri ár partur av besta kvinnu­liðnum og er í dag nevndarlimur í felagnum. Áki hevur seinastu 12 árini verið partur av besta mans­liðnum, og Terji spælir í ung­lingadeildini.
Abbasynirnir eru eisini tríggir í tali. Nevnliga Tor­kil, Rói og Fríði.
Føðingardagin heldur Jógvan Martin í dag sam­an við ætt, vinum og kenn­ingum í nýggju høllini hjá Dansifrøi.