Hjálparvenjarin hjá Allani Simonsen, Jógvan Martin Olsen, sum hevur høvuðsábyrgdina av øllum teimum yngru landsliðunum og sum er venjari hjá U-18 landsliðnum, stríðist í hesum døgum við at leggja síðstu hondina á fyrireikingarnar til EM undankappingina, sum verður í Finnlandi síðstu vikuna av hesum mánaðinum.
Umframt vertstjóðini er føroyska liðið í bólki við Albania og Ungarn, og skráin er løgd soleiðis til rættis, at dystirnir koma upp á tvørs av síðsta umfarinum í 2. deild heima á landi, haðani fleiri spælarar koma, og næstsíðsta og síðsta umfarinum í 1. deild, haðani einstakir spælarar koma.
Fyrsti dysturin verður spældur móti Albania mánadagin 27. september, næsti dysturin verður mikudagin 29. september ella á mikkjalsmessu móti Ungarn, og triðji og seinasti dysturin verður móti Finnlandi fríggjadagin 1. oktober.
Trupulleikin, sum landsliðsvenjarin skal loysa og harvið fáa at ganga upp, er, at síðsta umfarið í 2. deild verður spælt leygardagin 25. september og næstsíðsta umfarið í 1. deild verður spælt sunnudagin 26. september. Ætlanin hevur verið, at føroyska ferðalagið skuldi fara av landinum longu fríggjadagin 24. september, men nú kann tað væl vera, at teir fara ikki fyrrenn sunnudagin 26. september, sum teir skulu spæla seinnapartin dagin eftir.
Í hinum endanum er trupulleikin tann, at síðsti dysturin á ferðini, sum verður móti finsku vertunum, er lagdur at vera fríggjadagin, sum síðsta umfarið í 1. deild verður spælt leygardagin.
Spælararnir
Jógvan Martin Olsen hevur ikki enn endaliga tikið liðið út. Onkur ár hava nógvir spælarar í 1. deild verið á liðnum, t.d. vóru Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni og Andrew av Fløtum við í fyrraárið, men elsti árgangurin í ár er eitt sindur tunnur, og tí hevur venjarin valt at tikið onkrar av teimum, sum fyrr í summar vóru í Onglandi við U-16 landsliðnum, við til Finnlands.
At árgangurin er eitt sindur tynnri, enn hann onkuntíð áður hevur verið, ger, at tað nívir uppaftur meiri, at tað kann koma soleiðis fyri, at onkrir av stuðulsspælarunum ikki kunnu vera við:
? Vit hava ikki endaliga tikið teir átjan spælararnar út. Tað eru onkur ivamál, men sjálvandi er greitt, hvørjir teir flestu spælararnir vera, og har eru onkrir, sum spæla í 1. deild og fleiri, sum spæla í 2. deild, sigur Jógvan Martin Olsen.
Spælararnir, sum hann hugsar um, eru Súni Olsen, sum er fastur maður á besta liðnum hjá GÍ, NSÍ spælararnir Jan og Ken Nónklett og Brynolvur Nielsen, sum hava spælt nógv við 2. deild, men sum hesa síðstu tíðina hava verið nógv á beinkinum í 1. deild og onkuntíð hava verið millum teir fyrstu ellivu, John Thomsen hjá ÍF, sum hevur spælt í 1. deild, Jón Róa Jacobsen og Vagnur Mohr Mortensen úr HB, sum hava verið í 1. deildarhópinum, hóast teir framvegis hava aldur at spæla í dreingjadeildini, Pætur Dahl, HB, sum spælir fast við 2. deild, og Tór-Ingar Akselsen og Jack Johansen úr FS Vágum, sum eru í 2. deild.
?Vit mugu finna eina loysn, sum allir kunnu liva við, og tað fara vit at gera, men hetta verður ikki optimalt fyri møguleikarnar í kappingini móti Finnlandi, Ungarn og Albania, staðfestir venjarin hjá U-18 landsliðnum.