Jógvan Martin hevði toppin rættan

Føroyski landsliðsvenjarin rakti allar tríggjar teir fremstu, tá hann læt sínar atkvøður til FIFA

Atkvøðugreiðsla

Á atkvøðuseðlinum hjá Jógvan Martini stóðu nevnliga tey trý nøvnini, Frank Lampard, Samuel Eto'o og Ronaldinho. Júst teir tríggir, sum endaðu ovastir.
Sjálvur hevði Jógvan Martin eisini hug at smílast, tá vit so kundu staðfesta, at júst hesir tríggir vóru teir .
Biðin um at grundgeva fyri sínum vali, sigur Jógvan Martin, at hann heldur Lampard vera mest kompletta spælarin, sum hann hevur sæð í ár. Hann er sera sterkur í øllum pørtum av spælinum, og er veruliga ein, summ lyftir lið sítt.
- Um Eto'o er at siga, at eg ivaðist nakað millum hann og Adriano. Tað gjørdist tó Eto'o, tí hann í nógvar mátar megnar tað óvæntaða. Har er Adriano meira einfaldur, tá hann leggur bóltin til vinstra bein, áðrenn hann smekkar til, segði altso føroyski landsliðsvenjarin at enda.
- Ronaldinho fyrst og fremst er ein spælari heilt yvir tað vanliga.
- Tað er eitt fornøjilsið fyri eygað at síggja hann, og tað eru nógv ár ímillum, at vit síggja spælarar av slíkum klassa. Og eg eri so slettis ikki so ósamdur í valinum, hóast eg hevði hann í triða plássi, sigur føroyski landsliðsvenjarin.

Óli hevði tveir av trimum
Heldur ikki Óli Johannesen var ósamdur í valinum, sum samlaði flokkurin var komin til.
- Eg hevði Ronaldinho ovast. Hann er ein ótrúligir spælari, sum einsamallur megnar at avgera dystir. Og hann ger tað á slíkan hátt, sum áskoðararnir elska at síggja. Tað sigur væl eisini eitt sindur, at hann sum Barcelona-spælari megnar at fáa Real Madrid áskoðararnar at reisa seg við lógvabrestum.
- Nummar tvey hevði eg Zinedine Zidane. Hóast fleiri helst halda, at hann er farin um sín besta aldur, so er hann framvegis ein ótrúligur spælari. Ikki minst tekniskt er hann so væl fyri, sum nakar annar.
- Og so hevði eg Lampard sum nummar trý. Eg haldi at dygdirnar hjá honum verða staðfestar av, at hann hevur spælt yvir hálvtannaðhundrað dystir á rað fyri Chelsea. Og ikki nóg mikið við tí. Hann hevur eisini verið millum teir bestu á liðnum í hvørjum einasta av hesum dystunum, og tað er nærum ótrúligt, staðfestir føroyski landsliðsskiparin.