Í mun til nógv annað heldur venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen, at lutakastið hjá Vìkingi í Europa League var á einari leið.
Víkingur skal í undankappingini til Europa League møta finska liðnum, Turku.
Jógvan Martin ásannar tó, at tey finsku liðini plaga at verða væl fyri, og at tað tí verður talan um eina stóra uppgávu. Víkingur hevur heimavøll fyrst, og har fara teir at royna at fáa eina góða útgangsstøðu til tann seinna dystin í Finnlandi.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eitt prát við Jógvan Martin Olsen um lutakastið.