Hjálparmaðurin hjá Henrik Larsen hevur alla tíðina verið Jógvan Martin Olsen. Hann var eisini hjálparvenjari hjá Allani Simonsen í fleiri ár undan hesum, men tó leikluturin hjá Jógvan Martini á pappírinum hevur verið tann sami alla tíðina, so staðfestir hann alt fyri eitt, at tað hava verið tveir sera ymiskir venjarar at arbeiða saman við.
- Allan var øgiliga autoriterur, og hjá honum kom disciplin á liðnum í fyrstu røð, og har hevur Henrik verið heilt øðrvísi. Hann hevur lagt nógv størri dent á sosialu virðini á liðnum, og eg haldi eisini, at felagsskapurin á liðnum er vaksin nógv, síðani hann kom.
- Hann hevur ikki verið so neyvur við, akkurát nær hvíld og annað er á skránni, og eisini hevur hann tosað meira við einstøku spælararnar, har Allan kanska í størri mun tosaði til teir. Men eg haldi samstundis, at báðir hava verið sera góðir persónar at fingist við.
At síggja til, so tóktist tín leiklutur eisini at vaksa, tá Henrik varð settur. Er tað nakað, sum tú eisini hevur merkt soleiðis?
- Tað var eisini nakað, sum eg gjørdi greitt, at áðrenn samstarvið við Henrik byrjaði. Tú skalt hugsa um, at eg var øgiliga nýggjur í venjarastarvinum fyrstu árini undir Allan. Eg hevði í tvey ár roynt meg sum venjara hjá LÍF, og tað vóru so mínar royndir.
- Eftir fýra ár við Allan helt eg tó sjálvur, at eg hevði fingið nakrar royndir, og Henrik góðtók eisini alt fyri eitt, at vit báðir høvdu eitt greitt arbeiðsbýti.
Heldur ikki fram sum hjálparvenjari
Frá spælarunum ljóðar, at ein tann fremsti eginleikin hjá Henrik hevur verið, at hann hevur givið spælarunum eitt nógv størri frælsi. Frælsi undir ábyrgd, sum eisini hevur ment einstøku spælararnar. Ert Jógvan Martin samdur í, at hetta hevur verið ein av lyklunum í menningini av liðnum?
- Tónin í landsliðsleguni hevur verið ein heilt annar hesa tíðina. Eg veit væl, at tapið í Sveis tók sera fast hjá Henrik, men tónin millum spælarar og leiðarar hevur alla tíðina verið ótrúliga góður, og tað hevur verið við til at framt eina stóra menning.
Nú hevur tú í átta ár verið hjálparvenjari. Er tað soleiðis, at tú nú gongur við einum lítlum landsliðsvenjara í búkinum?
- Tað havi eg sum so onga viðmerking til. Men eg haldi, at fólk eiga at skilja, at eftir so drúgva tíð sum hjálparvenjari, so havi eg ikki hug at halda fram í tí leiklutinum í øllum førum, slær Jógvan Martin fast.
At enda. Hvørjir lutir heldur tú vera teir týdningarmestu at fáa í rættlag, nú ein nýggjur landsliðsvenjari skal setast. Og hvussu kunnu vit á besta hátt menna føroyskan fótbólt framyvir?
- Har eru nógvir lutir, sum eg haldi eiga at verða viðgjørdir, soleiðis at perspektivið við landsliðsarbeiðinum verður greiðari.
- Tað ræður um at seta fokus á føroyskan fótbólt sum heild, og her er ein spurningur, um tað er nøktandi, at gloppið millum U-19 og A-landsliðið er somikið stórt. Um tíðin ikki er komin til at fáa eitt U-21 landslið, tí tað vildi hildið einstøku spælarunum í landsliðsskipanini nógv longri. Í dag kanst tú gott hava ein spælara, sum hevur eini 25 altjóða dystir fram til U-19 støði, men eftir hetta kunnu so ganga fleiri ár, har ongar slíkar uppgávur eru á skránni, og tað er alt ov long tíð. Gaman í hava vit sæð, at einstakir spælarar eru komnir blaðungir inn á A-landsliðið, men við einum U-21 landsliði rokni eg við, at vit høvdu sæð fleiri gjørt hetta lopið í einum ungum aldri.