Fótbóltur
Ein sonn bumba varð slept, eftir at Jógvan Martin Olsen hevði boðað frá úttøkuni til landsdystirnar móti Eysturríki og Litava.
Hóast ágangurin til tíðir hevur verið hampuliga harður á venjaran, so hevur toftamaðurin staðið sum kletturin, meðan brimið hevur dunað ímóti.
Mánamorgunin kom tað tí sum ein skelkur, tá Ísak Mikladal, aðalskrivari, las upp tíðindaskriv, har tað varð boðað frá, at landsliðsvenjarin hevur biðið FSF um at verða loystur úr starvi. Ein umbøn, sum FSF hevur gingið á møti.
Komin á mál
Sjálvur segði Jógvan Martin Olsen á tíðindafundinum, at tað vóru tríggjar orsøkir til, at hann hevur valt at leggja frá sær.
- Tað eru tríggjar høvuðsorsøkir til mína støðu.
- Ein er, at eg haldi meg hava tørv á at koma nærri venjaragerninginum í gerandisdegnum. Tá tú ert landsliðsvenjari, ganga ofta mánaðir millum uppgávurnar.
- Samstundis havi eg í somikið nógv ár verið somikið nær at fleiri spælarum. Og eftir at hava verið partur av fótbóltsspælinum í somikið nógv ár, so veit eg eisini, nær ein hópur hevur tørv á eini nýggjari dimensión. Eg haldi, at tað hevur verið ótrúliga stuttligt at síggja spælarar menna seg – kanska frá 16 ára aldri – soleiðis at hesir í dag eru lyklaspælarar á landsliðnum. Og eg haldi meg skylda hesum somu spælarum, at teir nú fáa eina nýggja rødd í skiftirúmið. Og kann tað vera landsliðnum og føroyskum fótbólti at frama, so skal mín persónur ikki forða fyri hesum.
- Og tað triðja er so, at eg havi fingið møguleikan at fara undir pro-licens venjaraútbúgvingina. Tað er ein útbúgving, sum krevur nógv innan fleiri øki, og tí vil eg gjarna eisini vera við til at byggja ein hóp upp og at byggja eitt lið upp, segði Jógvan Martin Olsen á tíðindafundinum.
Og so legði hann afturat, at eftir hansara tykki er hetta ikki nakað, sum fer at ávirka hópin, nú dysturin móti Eysturríki stendur fryi framman.
- Tvørtur ímóti vænti eg, at hetta kann motivera spælararnar enn meira. Tað kann væl vera, at úrslitini hjá okkum hava verið eitt sindur upp og niður. Men hjá mær hevur tað verið eitt fornøjilsi at arbeitt við hópinum, tí innan hýsis hevur talan ongan tíð verið um klandur av nøkrum slag. Og eg ivist ikki í, at spælararnir fult so nógv sum eg ynskja, at vit nú kunnu fáa úrslitið, sum vit hava bíðað eftir so leingi, segði Jógvan Martin Olsen millum annað á tíðindafundinum.










