Jógvan Martin fekk ikki frið

Føroyski venjarin hevur fleiri ferðir áður luttikið í slíkum stevnum, sum eru á skránni annað hvørt ár, men hann hevur ongantíð kent sovornan útlendskan áhuga fyri føroyska landsliðnum, sum hann hesa ferð kendi tað frá pressuni í Eysturríki.

- Tað vóru nógv fjølmiðlafólk, sum vildu vita, hvussu tað stendur til á føroyska landsliðnum. Og um vit rokna við, at tað fer at bera til nú leygardagin at endurtaka tað, sum eysturríkarar minnast so væl kom fyri í Landskrona fyri átjan árum síðani, greiðir Jógvan Martin Olsen frá í samrøðu, sum er at lesa í Sosialinum í dag..