Jógvan Martin er nøgdur við avrik men ikki úrslit

(Sosialurin, Tblisi): Hann heldur, vit høvdu trupulleikar fyrsta korterið, men riðu stormin av og fóta okkum.

- Teir fáa so eitt mál men so fóta vit okkum heilt alvorliga aftaná og taka alt av teimum til beint fyri hálvleik, sum vit áttu at kunna vart okkum fyri, heldur Jógvan Martin Olsen.

Í hálvleikinum fingu leikararnir nøkur borgarlig orð frá venjaranum, og vóru sum hamskiftir, tá ið teir komu út aftur.

- Vit sóu í fyrra hálvleiki, at vit komu betur og betur við, sigur landsliðsvenjarin, sum ikki er nøgdur við effektivitetin, tá vit fáa møguleikarnar.

- Vit høvdu tríggjar 100 prosent, og teir skulu sita, sigur venjarin avgjørdur. Jógvan Martin Olsen er sera væl nøgdur við innsatsin hjá sínum monnum, men fanst hvassliga at dómaranum.

- Ein heimadómari so tað forsló, heldur Jógvan Martin Olsen og helst fleiri við honum, um mannin, sum tveitti Fróða Benjaminsen út, og gav georgum eitt brotsspark við lata tíðina ganga ein heilan minutt út um ásettu yvirtíðina.