Jógvan Olsen, landsliðsvenjari, er ikki so ónøgdur við lutakastið.
- Tað var sjáldsamt, at vit skuldu trekkja Frakland og Litava aftur. Og tað var eisini stuttligt at fáa Eysturríki aftur.
- Kanska serliga tí, at Josef Hickersberger, sum var venjari tá Eysturríki tapti móti Føroyum, nú aftur er venjari hjá eysturríkarum.
Jógvan Martin Olsen heldur, at skal føroyska liðið stremba eftir at fáa stig í komandi kapping, so má tað vera ímóti Eysturríki og Litava. Italia, Rumenia og Serbia eru stak sterk lond, men tað eru jú øll londini í ovara helmingi av FIFA-styrkilistanum.
Í kvøld skulu føroysku FSF-umboðini í Suðurafrika hava ein fund við umboð fyri hini londini í bólki 7 fyri at leggja kappingina til rættis. Roknast kann neyvan við, at skráin verður løgd í kvøld, men endamálið við fundinum í Durban er at finna ein dag, har londini aftur kunnu hittast fyri at leggja kappingarskránna.
- Vit eru samd at fáa hetta gjørt so skjótt sum gjørligt, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari.