Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Vìkingi helt, at talan var um eitt nøktandi avrik uppá allar mátar, Serliga fegin er Jógvan Martin Olsen um avrikið hjá Finni Justinussen, sum legði út við at skjóta tvey mál fyri Vìking í 2-1 sigrinum ímóti NSÍ á heimavølli í Sarpugerði í dag.
Abraham Løkin, venjari hjá NSÍ iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa eitt stig á útivølli í Norðragøtu. Tað vóru kortini glottar í spælinum hjá NSÌ, sum Abraham kundi fegnast um, men enn eru nógv ting at arbeiða við.
Tað ber til at hoyra prátið Rás2 gjørdi við Jógvan Martin Olsen og Abraham Løkin undir greinini.










