Jógvan Martin Olsen verður eisini føroysikur landsliðsvenjari í fótbólti komandi HM-undankapping. Tað varð staðfest í FSF-húsinum, har tíðindafundur varð hildin í morgun.
Í sáttmálanum, sum partarnir skrivaðu undir í gjør, varð avtalað, at partarnir á sumri 2007 skuldu tosað um framhaldandi samstarv. Eisini hóast sáttmálin ikki gongur út fyrr enn komandi summar.
- Vit ivaðust onga løtu í, at vit vildu hava Jógvan Martin at halda fram, og tað vóru boðini, sum vit góvu honum. Og eftir 2-3 daga umhugsunartíð vendi Jógvan Martin eisini aftur við positvari útmelding, og so gingu samráðingarnar rættiliga væl, sigur Magnus á Stongum, formaður í landsliðsnevndini hjá FSF.
Hann vil ikki upplýsa fíggjarliga partin av sáttmálanum, men tó verður sagt somikið, sum at hesin liggur á sama støði, sum undanfarni sáttmálin.
Harður ágangur
Sum landsliðsvenjari hevur Jógvan Martin upplivað, at talan ikki altíð er um ein dans á rósum. Fyrstu tíðina – serliga eftir 6-0 tapini fyri Georgia og Skotlandi – var ágangurin móti venjaranum øgiligur. Og til tíðir eisini rættiliga persónligur.
Men hevði onkur vænta, at hetta fekk venjaran at bakka, so fór viðkomandi skeivur í hesum.
- Sjálvandi visti eg av, tá eg skrivaði undir, at hetta var ein útsettur postur. Árið 2006 gjørdist eisini rættiliga óvanligt, skilt soleiðis, at vit høvdu nógvar skaðar, sum gjørdu mítt arbeiði nógv truplari.
- Sjálvur havi eg lært at sálda frá í hesum, men fyri baklandið hava atfinningarnar til tíðir tikið fast.
Nú tosað varð um nýggjan sáttmála. Reisti hetta so ikki spurningin, hvørt tað var stríðið vert. Og um tað ikki vildi lættari og friðarligari, um tú fann tær venjarastarv í einum føroyskum felag?
- Eg havi havt fyrispurningar frá feløgum. Men hóast talan á landsliðnum er um bæði góðar og minni góðar upplivingar við landsliðnum, so trívist eg í hesum.
Leisturin heldur fram
Og trivnaðurin kemst helst eisini av, at landsliðsvenjarin framvegis metir seg hava nakað at geva.
- Í mun til 2007, so hava arbeiðsumstøðurnar verið meira normalar í 2007. Mín filosofi hevur frá byrjan verið, at vit skulu arbeiða við at flyta spælið longur fram á vøllin. Og eg haldi avgjørt, at tendensurin hevur verið tann rætti seinastu dystirnar.
- Talan er tí um eina prosess, sum er ígongd, og tí haldi eg, at tað vildi verið spell, um eg bert tók tvey ár fyri síðani at steðga, segði Jógvan Martin Olsen.










