Sjálvandi verður tað ikki sørt av HB viðhaldsfólkum í Runavík seinnapartin í dag, tá ið meistararnir fara at avheinta sjónligu merkini uppá, at teir í 2004 eiga besta fótbóltsliðið í landinum. Men um tað skal metast út frá uppmøtingini, sum var, tá ið HB síðsta sunnudag spældi fyri síðstu ferð á heimavølli í ár, so tykist brúsið vera farið úr. Men so skal havast í huga, at veðrið var vánaligt, tá ið HB og GÍ spældu.
Bárður Johannsen verður ikki millum teir ellivu, sum kanska fara at hava gull í hárinum og á skónum. Hann er leikbannaður eftir býttisligu útvísingina móti GÍ. Tað var hann eisini, tá ið HB fyri tveimum árum síðani fekk gullið handað á Sevmýri. Tá hevði hann í næstsíðsta umfarinum, tá ið HB spældi móti EB/Streymi, eisini fingið reytt kort orsaka av hevnisøku!
Poul Næs Joensen verður í HB málinum í dag. Hann var settur á dómaraseðilin fyri einari viku síðani, men tá var hann ikki førur fyri at fara í málið at standa, eftir at Bárður Johannesen var útvístur, tí hann hevði beklað og fekk ikki runnið. Hin málverjin, Danny Rasmussen, fer at spæla við í 3. deild í Runavík í dag. Gamli HB málverjin og núverandi formaðurin í Sambandsflokkinum, 40 ára gamli Kaj Leo Johannesen, hevur verið til venjingar í hesi vikuni. Hann hevur í summar spælt við 4. deildarliðnum, sum síðsta leygardag vann gull, so hann verður mettur at vera nóg væl fyri at sita á beinkinum.
Allir hinir HB spælararnir eru tøkir. Talan er um síðsta HB dystin í hesum umfarinum hjá Rógva Jacobsen, sum nú fer til Íslands. Rógvi hevur verið ovastur á máltindinum tað mesta av árinum, men móti NSÍ skal hann gera ein orduligan vørr, um hann skal taka Sonna L. Petersen.
Í HB vilja teir fegnir runda av við maner. Men so skal hugburðurin vera tann rætti allar 90 minuttirnar. Tað hevur kanska knípt við hesum tvær tær seinastu ferðirnar.
Jógvan Martin biður farvæl
Trý tey seinastu árini hevur Jógvan Martin Olsen verið venjari í Runavík. Teir í NSÍ og venjarin hava verið væl nøgdir við samstarvið. Í 2002 rakk NSÍ fyri fyrstu ferð silvurkrónunum og harvið luttøku í Europa Cup, og í fjør endaðu teir á fjórða plássinum. Í ár hevur tað verið meiri striltið, men endastøðan kann gerast omanfyri miðstrikuna, um tað eydnast at geva venjaranum trý stig í farvæl dystinum.
Jógvan Martin Olsen fer nú í fulltíðar starv hjá Fótbóltssambandinum, og hann sigur seg ikki rokna við, at hann útilokar harvið, at hann fer at hava ábyrgdina av nøkrum 1. deildarfelagið næsta ár.
16 ára gamli Jóhan Troest Davidsen, sum móti Skála var sannførandi í NSÍ miðverjuni, og sum í fyrradagin skrivaði undir trý ára sáttmála við Everton, verður í miðverjuni, um tað ikki fer at forða honum í Everton ætlanunum. Men hann fer undir øllum umstøðum at siga farvæl við barndómsfelagið í dag.
Ike, Alexander Jovevic og Áki Leitistein Hansen eru leikbannaðir, og Dánial Hansen er framvegis skaddur. Kári Hansen er við aftur, eftir at hann var leikbannaður móti Skála.









