Trý ung listarfólk fingu fríggjamorgunin 25.000 kr í part í gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, sum verður givið »ungum við listaligum gávum til útbúgvingar«.
Jógvan Sverrason Biskopstø er sniðgevi og teknari.
»Hann hevur margfaldar gávur. Hann er húsasmiður og sniðgevi við góðum nýskapandi evnum. Hann hevur havt myndir á Ólavsøkuframsýningini og Várframsýningini. Síðani er Jógvan Biskopstø farin at menna myndaskapandi gávur sínar á listaskúla í Kina.
Marjun Kjelnæs er rithøvundi. Um hana sigur nevndin í grunninum, at »hon hevur vunnið rithøvundakappingar og hevur skrivað til bóka- og útvarpsmiðilin. Stuttsøgurnar hjá Marjuni Kjelnæs fara fram í kvinnusinnum og viðgera torfør evni sum vanlukku, sjúku og sálarligar trongstøur. Tað, sum Marjun Kjelnæs hevur skrivað, vísir, at hon hevur góðar møguleikar at mennanst sum rithøvundur«.
Eivør Pálsdóttir er sangari. Hon fær gávugóðsið, tí hon hevur »vunnið virðislønir fyri frálíkan sang og framførslur, og hon hevur eina sera fjøltáttaða songskrá. Hon arbeiðir við fleiri tónleikasløgum og ger løg til egnar yrkingar. Eivør Pálsdóttir er stórur sangari við stak góðum møguleium til at mennast«, sigur nevndin í grundgevingunum.