TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna in.fo/Rás2 hevði við Jógvan Óla Kristiansen frá fjepparafelagnum hjá Vìkingi, Ultras mikukvøldið. Samrøðan var gjørd í Sarpugerði í Norðragøtu.
Í samrøðuni greiðir Jógvan Óli Kristiansen frá hvussu hann og hini í Ultras hava málið býin/ar ljósabláan tey undanfarnu kvøldini við at koyra í karavanu gjøgnum Leirvík og Gøtu við lastvognum við Ultras-fólkum, sum veittra við fløggum. Ein ljósabláur vøruvognur við Vìkinga-litunum er eisini útvegaður til høvið.
Jógvan Óli Kristiansen staðfestir, at enn hevur hann ikki upplivað at tapa eina steypafinalu við Víkingi, og hann vil ógvuliga gjarna sleppa undan at tað hendir fyrstu ferð leygarkvøldið. Hann ásannar tó, at KÍ er eitt framúr gott lið, og Víkingur má verða uppá tað besta leygarkvøldið, um tey í Ultras skulu sleppa undan at smakka eitt steypatap á fyrsta sinni.
Hoyr eisini hvat Jógvan Óli Kristiansen tippar.
In.fo og Rás2 siga frá finaluni um løgmanssteypið millum KÍ og Víking á Tórsvølli, sum byrjar klokkan 18 leygarkvøldið.