Fyrispurningur
Løgtingsmaðurin, Jógvan á Lakjuni, hevur sett Annitu á Fríðriksmørk, landsstýrismanni, ein fyrispurning um lógina um filmseftirlit.
Løgtingsmaðurin spyr, hvør orsøkin er til, at lóg nr. 92 frá 4. oktober 1984 um filmseftirlit við seinni broytingum skal takast av. Hann vil eisini hava at vita, um ætlanin er at seta nakað í staðin fyri hesa lóg.
Í viðmerkingum sínum sigur Jógvan, at Filmseftirlitið er rættiliga gamalt og varð, áðrenn núgaldandi lóg kom í gildi, skipað eftir lóg frá 1938 og kunngerðum í hesum sambandi.
- Henda skipan fevndi sum vera man bert um biograffilmar.
Løgtingsmaðurin vísir á, at í 1984 varð nýggj lóg um filmseftirlit samtykt, og nú vórðu videofilmar eisini fevndir av filmseftirlitinum.
Neyðugt eftirlit
- Eingin ivi kann vera um, at tað er alneyðugt at hava eftirlit við, hvørjir filmar verða vístir í biografum í Føroyum - og ikki minni, hvørjir videofilmar verða seldir ella leigaðir út. Eitt filmseftirlit gevur serstakliga foreldrum eina trygd fyri, at teir filmar, sum tey ungu fara til, keypa ella leiga, hava verið gjøgnum eitt filtur, har ein nevnd við skikkaðum fólki hevur góðkent og veitt trygd fyri, at innihaldið er borðbært.
Jógvan heldur tað tí vera ógvuliga løgið, at landsstýrismaðurin sambært fíggjarlógaruppskotinum fyrireikar uppskot um avtøku av lógini um filmseftirlit.
Óheppið signal
- Eg veit ikki, hvørji argumentini eru fyri at avtaka Filmseftirlitið. Sjálvandi kann vera brúk fyri onkrum broytingum, men tær síggjast so ikki í fíggjaruppskotinum, sigur hann.
Hann heldur, at ætlaða avtøkan av Filmseftirlitinum er eitt álvarsligt stig at taka og eitt ógvuliga keðiligt signal at senda út.
- Tað hevði tí verið áhugavert at fingið at vitað, hvør veruliga orsøkin er til hetta uppskot, sigur løgtingsmaðurin, Jógvan á Lakjuni.
Løgtingið samtykti á tingfundi, 15. oktober, at Annita á Fríðriksmørk, landsstýrismaður, skal svara fyrispurninginum hjá løgtingsmanninum.