Í gjár var grein í Sosialinum um ein danskan grunn, sum kallast Lokale-og Anlægsfonden. Hetta er ein grunnur, sum kann veita pening til mong ymisk endamál, eitt nú ítrótt, mentan og frítíðarvirksemi - í breiðari merking.
Tað var stjórin í føroysku ítrottarveddingini, Petur Elias Petersen, sum vísti á møguleikarnar hjá føroyingum, um Føroya landsstýri letur seg tilmelda grunnin.
Ein og hvør kann ikki vera limur í grunninum, men sum skilst, kann Føroya landsstýri gerast limur, eins og grønlendska heimastýrið er limur.
- Eg meti tað hava stóran týdning fyri útbygging av føroyskum mentanarhúsum og ítróttaranleggum, at føroyingar fáa atgongd til at søkja um stuðul úr LOA-grunninum eins og grønlendingar hava.
Men hetta krevur limaskap í grunninum.
Landsstýrismaðurin hevur fingið undirtøku í landsstýrinum fyri at arbeiða við málinum.
- Limaskapurin í grunninum fer at kosta okkum umleið eina miljon krónur um árið, og landsstýrismaðurin arbeiðir í løtuni við at útvega peningin.
Mentamálaráðið hevur havt ein fund við umboð fyri LOA-grunnin, og síðani hevur verið arbeitt við málinum.
- Fundur verður aftur í næstum um nærri treytir fyri føroyskum limaskapi, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður.