Jógvan á Lakjuni ikki treytaleyst fólkafloksmaður

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, leggur nú treytir við fyri at halda fram sum fólkafloksmaður Jógvan á Lakjuni vil hava Fólkaflokkin at boða greitt frá, hvar flokkurin stendur í etiskum málum so sum skrásett parlag og fosturtøku. Tað segði hann á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum um vikuskiftið, skrivar Sosialurin.

Sambært blaðnum segði Jógvan á Lakjuni, at skal hann stilla upp til næsta val, vil hann sleppa at boða frá í valstríðnum, at Fólkaflokkurin er ímóti skrásettum parlagi Harafturat nevndi hann spurningin um fría fosturtøku sum eitt annað etiskt mál, sum flokkurin eigur at hava eina greiða støðu til.

Men á landsfundinum fekk Jógvani á Lakjuni ikki vissu fyri, at hann fær sín vilja.

-Vit kunnu ikki tvinga nakran tingmann at hava eina ávísa støðu, segði Jørgen Niclasen, floksformaður, sum annars sjálvur er ímóti skrásettur parlagi.