Jógvan á Lakjuni er nú tingformaður

Fyri løtu síðani valdi løgtingið Jógvan á Lakjuni til løgtingsformann. Poul Michelsen setti tingið sum aldursforseti, og hann skipaði fyri valinum av formanninum og avgreiddi valbrøvini. Eisini tóku trý fólk sæti á tingið fyri tey trý sambandsfólkini, sum sita í landstýrinum. Fyri tey tóku, Eivin Jacobsen í Sørvági, Reimund Langgaard úr Leirvík og Jóna Mortensen úr Havn.

Eisini boðaði Poul Michelsen frá vegna løgmann, at hann frá í gjár at rokna hevur loyst Aksel V. Johannesen úr starvinum sum landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Tingið valdið Alfred Olsen, Páll á Reynatúgvu og Gerhard Lognberg.

Við lutakasti varð Gerhard Lognberg valdur til annan næstforann. Hetta er tí, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi eru eins stórir á tingi við hvør sínum seks tinglimum.

Tingfundurin er nú liðugur. Næsti fundur verður týsdagin 15. november 13:30.