Jógvan í Løðuni 70 ár

Í dag 15. oktober verður ein kendur eiðismaður, Jógvan Kalsoy Mørkøre, 70 ár.
Jógvan í Løðuni, sum hann verður nevndur, er son­ur Óluvu og Jóannes Mørk­øre.
Jógvan í Løðuni er út­búgv­in radiomekanikari. Hann lærdi í Klaksvík og var fyrsti lærlingur hjá Marstein.
Undantikið nakrar túrar við Karin K. hevur Jógvan arbeitt á Loranstøðini á Eiði. Hann byrjaði í starvi hjá Farvandsvæsenet tann 17. desember 1962, og hevur hann sostatt verið í sama starvi í stórt sæð øllum sín­um arbeiðslívi.
Í dag er lítið lív í á støðini í mun til hvat tað var, tá tað var upp á tað besta. Seinastu tíðina gjørdist Jógvan sjálvur annar, meðan tað onkuntíð í sekstiárunum vóru eini 32-34 fólk, sum starvaðust á støðini. Í dag er alt so sjálv­virkandi, at tað krevst einki fólk at ansa tí.
Tað, sum almenningurin í Føroyum mest kennir Jógvan fyri, er hansara luttøka í kommunupolitikki.
Hann varð fyrstu ferð vald­ur í bygdarráðið á Eiði í 1966 og hevur sitið har síðan við undantaki av onkrum val­skeiðum.
Men hann hevur so sanni­liga eisini áhuga fyri landspolitikki, og er er tað uttan himpr Fólkaflokkurin. Nú tað í hesum døgum er ein uppgerð millum teir “libe­­ralu” og “konservativu” í fólka­flokinum, so er neyvan ivi um, hvønn vong, Jógvan hellir til, nevniliga tann konservativa. Jógvan er konservativur, eisini í kommunupolitikki. Tað hevur hann fingið mangt høggið fyri.
Men tað er ikki so sjáldan, at vit fáa dømi um, at tað hevði kanska verið eitt sind­ur frægari statt, um tað ikki varð lopið á leistum fyri øllum, sum stingur seg upp. Tá kann tað eisini vera gott, um onkur heldur aftur. Tað er hetta Jógvan ger!
Jógvan hevur eisini verið stýrislimur og formaður í Føroya Kommunufelag.
Jógvan er giftur við Katrini, dóttir Pavlu og Jens Guttesen úr Havn. Tey eiga tríggjar synir, Jóannes, Janus og Ólavur.
Tað ber illa til at umrøða Jógv­an uttan at nevna Katr­ina. Tað kann sigast um tey bæði, at tey eru eini fram­úr hjún. Tey eru sera trú­føst, kann siga tað av roynd­um. Tey eru eisini so sera gesta­blíð. Hetta er ikki minst kom­ið væl við hjá ætt og vinum hjá Katrin í Havn, sum hava havt teirra heim at fara til, tá farast skuldi á bygd.
Føðingardagurin verður hildin í høllini á Eiði, og hetta er einki ov stórt, tá ið føðingardagurin nú skuldi haldast. So nógv fólk kenna tey.
Tey bæði hava eisini eina sjáldsama umsorgan fyri onnur. Tað skal ikki komast nærri inn á tað, men her hava tey eisini víst sínar menniskjansligu dygdir.
Sama dag verður yngsti sonurin, Ólavur, 25 ár. Hann hevur gjørt sítt fyri at berjast móti órættvísi í heiminum við at hava verið hermaður í Afganistan! Hetta krevur eisini sannføring og dirvi.
Ynskt verður teimum báð­um tillukku.
----------
ó.