John Johannessen
Á tingfundinum mikudagin tók Jógvan Lützen úr Klaksvík sæti á tingi fyri Jógvan við Keldu. Tingformaðurin boðaði frá skrivi frá Jógvani við Keldu, dagfest 25. januar, tinglimurin úr Klaksvík søkir um farloyvi.
Jógvan við Keldu søkti um farloyvi úr tingarbeiðinum fyri hesa vikuna og nøstu viku, og bað hann um, at næsti maður á lista Fólkafloksins í Klaksvík slapp at taka sæti fyri seg.
Samtykt varð uttan atkvøðugreiðslu, at Jógvan Lützen, ið áður hevur sitið á tingi, skuldi taka sæti fyri Jógvan við Keldu.
Jógvan Lützen fekk til valið í 1998 52 atkvøður á Fólkaflokslistanum í Norðoya valdømi, og fekk hann sostætt fjórðmestar atkvøður á lista Fólkafloksins í Norðoyggjum. Frammanfyri hann vóru Rúna Sivertsen við 114 atkvøðum, Jógvan við Keldu við 220 atkvøðum og Anfinn Kallsberg við 509 atkvøðum.