Tað er nú greitt, at Jógvan Krosslá heldur fram sum borgarstjóri í Vági tey næstu fýra árini afturat.
Samráðingar vóru mánakvøldið um at skipa nýggja samgongu í Vágs Býráð. Og tær hepnaðust so væl, tí táið partarnir fóru til húsar aftur, var nýggj samgonga skipað.
Og tey gjørdu ikki mætari enn at samgongan, sum hevur verið hetta valskeiðið ímillum tjóðveldisflokkin, javnaðarflokkin og sambandsflokkin, heldur fram.
Somuleiðis er semja um, at tjóðveldismaðurin, Jógvan Krosslá, sum hesuferð fekk meiri enn tvær ferðir so nógvar atkvøður, sum nakar annar býráðslimur, skal halda fram sum borgarstjóri.
Hinvegin fær Vágs Býráð tveir varaborgarstjórar tað komandi valskeiðið.Tí semja er um, at tey bæði fyrstu árini skal javnaðarflokkurin hava varaborgarstjóran og tað verður Eyðfinn Mørk. Tey bæði seinnu árini skal Dánjal Bjarkhamar, sum varð valdur á tjóðveldislistanum, verða varaborgarstjóri. Hann er varaborgarstjóri í hesum valskeiðnum.
Í fíggjarnevndini er borgarstjórin føddur formaður. Men umframt hann koma Páll Augustinussen úr javnaðarflokkinum og Ásgerð Stenberg úr sambandsflokkinum at manna fíggjarnevndina.
Í teknisku nevnd heldur Dánjal Bjarkhamar úr tjóðveldisflokkinum fram sum formaður. Hinir báðir limirnir eru Mortan Mortensen úr tjóðveldsiflokkinum og Eyðfinn Mørk úr javnaðarflokkinum.
Í Havnanevndini verður Páll Augustinussen formaður tvey tey fyrru árini av valskeiðnum og tey bæði seinnu árini verður Eyðfinn Mørk formaður. Ímeðan annar av hesum báðum er formaður, er hin nevndarlimur. Triði limurin í havnanevndini verður Mortan Mortensen.
Í mentanarnevndini er Ásgerð Stenberg formaður og afturat sær hevur hon Turið Kjærbo úr tjóðveldisflokkinum og Mortan Mortensen.
Samgongan, sum nú er skipað, hevur ein stóran meiriluta aftanfyri seg við sjey av teimum níggju býráðslimunum í Vági. Tjóðveldisflokkurin hevur fýra býráðslimir, javnaðarflokkurin tveir og sambandsflokkurin ein býráðslim.
Einasti flokkur, sum sostatt situr í andstøðu, er uttanflokkalistin við tveimum býráðslimum. Og hann fær heldur ongi umboð í tær nevndir, sum bara hava tríggjar limir
Skuldin høvuðstrupulleikin
Jógvan Krosslá sigur, at eisini hetta komandi valskeiðið, verður høvuðsmálið at fáa kommununua fíggjarliga uppundan.
Vágs Kommuna hevur verið sera hart rakt av kreppuni og í løtuni er skuldin hjá kommununi góðar 70 milliónir, sum eru umleið 2,5 álíkningar.
Men kommunan er við í lániavtaluni hjá landsbankanum og eftir henni skal kommunan betala 10% av skuldini í avdráttum um árið tey næstu fimm árini. Tvs, at næsta ár skal kommunan betala einar 11 milliónir í rentum og avdráttum.
Men sostatt minkar skuldin skjótt og tá ið fimm ár eru farin, verður skuldin ikki meiri enn góðar 40 milliónir og tað er ikki meir enn ein góð álíkning.
Borgarstjórin sigur, at eitt annað mál, sum kommunan arbeiðir av lívsins kreftum fyri at loysa, er, at byggja havnina út, so at hon lýkur treytirnar hjá vinnulívinum.
- Eitt nú eru ætlanir um at seta stór virki á stovn í Vági, men tey krevja eina havn, sum er minst níggju metrar djúp og tað royna vit av øllum alvi at finna útvegir fyri, sigur Jógvan Krosslá.
Hann sigur, at tað er lívsneyðugt við fleiri virkjum við støðugum arbeiði í Vági, tí miðal inntøkan hjá teimum vágbingum, sum arbeiða, er neyvan meiri enn einar hundrað túsund krónur um árið. Og tað er minst ein triðing lægri enn flest alla aðrastaðni av teimum stóru plássunum í Føroyum.
Hann sigur, at ein stór orsøk til hetta, er, at arbeiðið er alt ov óstøðugt í Vági, so at tað mesta fólkið hevur ikki meiri enn einar 70-80.000 krónur í ársinntøku.