Týsdagin 20. desember fyllir kendi vágbingurin Jógvan Krosslá 70 ár. Og hvør skuldi trúð tí. Hann ber í hvussu er árini gott, og takk fyri tað. Tá heilsan er góð og sinnið er frítt, er stuttligt at liva og trívast, og tað ger Jógvan.
Jógvan hevði síni barnaár í Sørvági, har foreldrini Emma og Elias høvdu sett búgv. Har var gott at vera hjá einum ungum drongi, og hevði Jógvan nøkur góð barnaár har.
Emma var ættað úr Vági, og hugurin hjá Emmu dró til Vágs. Tá Jógvan var 11 ár flutti familjan til Vágs, har Jógvan eisini fór í skúla. Men hugurin til skúlan var ikki góður. Jógvan vildi heldur út at arbeiða, og fór sum 15 ára gamal at arbeiða við nýggju vegagerðina millum Vág og Tvøroyri, har pápin var arbeiðsformaður.
Jógvan hevði hug til sjógvin, og seinast í 50´unum fór Jógvan til skips við farmaskipinum Holmi. Og tey næstu nógvu árini var Jógvan nógv á sjónum bæði við føroyskum og útlendskum skipum.
Í 1972 keypti Jógvan saman við pápanum, beiggjanum Paula og Bjarna 40-tonsaran Gásholm. Og nøkur ár seinni gjørdist Jógvan einasti eigari av Gásholmi.
Jógvan førdi Gásholm til útróður og til laksafiskiskap í nógv ár. Jógvan var góður fiskimaður og skipari, og gekk tað gott við fiskiskapinum hjá Gásholmi hesi árini.
Miðskeiðis í 80´unum varð Gásholmur seldur, og Jógvan fór í land at arbeiða hjá A/S J. Dahl.
Fyrst í níti árunum kom búskaparkreppa, og eins og aðrastaðni í landinum varð Vágsbygd meint rakt av kreppuni. Skip blivu seld av bygdini, og flakavirkið og onnur virkir stongdu. Og Vágs Kommuna kom eins og flestu kommunur í Føroyum í fíggjarliga trongstøðu.
Fyri at koma víðari hevði kommunan tørv á einum góðum og sterkum leiðara. Heitt varð á Jógvan um at stilla upp til valið í 1992. Jógvan varð fyrst valdur til valið og gjørdist borgarstjóri í Vági.
Jógvan var borgarstjóri í Vági í 12 ár. Hann var ein dugnaligur leiðari, ið við dugnaligari hond førdi Vágs Kommunu gjøgnum kanska truplastu árini hjá kommununi nakrantíð. Nógvar avgerðir vóru tungar at taka, og mangan leikaði hart á. Men tolsemi og treiskni hjá Jógvan gjørdi, at nógv bar til, og sigast kann, at kommunan fekk sum frægast burturúr við teimum fyritreytum, ið nú einaferð vóru.
Jógvan var borgarstjóri í Vági fram til 2004, og er enn í dag virkin í Vágs Kommunu. Jógvan arbeiddi eisini nøkur ár á havnarskrivstovuni í Vági, har hann gavst nú í summar.
Í 1964 giftust Jógvan við Mariu Eið úr Vági. Saman fingu tey 6 børn. Heimið og familjan hava altíð havt nógv at týða fyri Jógvan. Og hóast tíðirnar mangan vóru truplar, so var altíð pláss til konuna og børnini, sum enn mest sum hvønn dag flokkast rund um Jógvan og Miu. Jógvan og Mia hava í dag 12 abba- og ommubørn, og 2 langabba- og langommusynir. Og vónandi fara Jógvan og Mia at uppliva fleiri í tíðini sum kemur.
Í 2008 fluttu Jógvan og Mia á Krosslið 1, og gjørdust vit grannar. Ein handverkari ið gjørdi teimum húsini helt fyri: “at ikki er klókt at búgva so nær vermóður, at ein kann vitja hana í inniskóm”. Men hetta passar ikki heilt. Tað hevur havt stóran týdning fyri okkum á Krosslið 4 og serliga børnini, at vit hava fingið Jógvan og Miu til grannar.
Stutt er av Krosslið 1 oman í kirkjuna, har Jógvan trúliga hvønn sunnudag er í kirkju, har hann við síni kláru rødd setur dám á sálmasangin. Jógvan hevur sungið við Ljómi og er eisini við í mannskórinum.
Jógvan hevur stóran áhugað fyri tí ið rørist í Vági. Hann er ein trúfastur áskoðari á Eiðinum bæði til hond- og fótbólt, og treyðugt so, tá ein hevur bæði børn, abbabørn og langabbabørn sum spæla við VB og FC Suðuroy. Sum fáur hevur hann uppliva at hava 4 døtur við á besta liði í hondbólti í føroysku landskappingini.
Tað er ein fragd leygar- og sunnumorgnar, tá tey flestu av børnunum hjá Jógvan og Miu við familju samlast til ein kaffimunn á Krosslið 1. Mest verður tosað um fót- og hondbólt og annað ið gongur fyri seg í Vági. Hesar løtur knýta bond og samanhald í allari familjuni.
Við hesum fáu orðum fara vit á Krosslið 4 at ynskja pápa, verpápa, abba og langabba hjartaliga tillukku við 70 ára degnum. Takk fyri alt til tín og Miu, við ynski um at Harrin má signað tykkum í framtíðini.
Heilsan
Bogi