Jógvan á Lakjuni er nú 1. næstformaður í Løgtinginum Jógvan á Lakjuni varð fyrstu ferð valdur á Føroya Løgting í 1998. Hann hevði frammanundan eisini verið varamaður av og á, men hetta er fyrstu ferð, at hann er í formansskapinum í Løgtinginum.
Seinastu 4 árini hevur hann sitið sum landsstýrismaður í mentamálum. Nú Jógvan er farin frá sum landstýrismaður, varð hann fyrrapartin valdur til 1. næstformann í Løgtinginum.
Í formannskapinum í løgtinginum eru nú Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, Jógvan á Lakjuni, 1. næstformaður, Alfred Olsen, 2. næstformaður og John Johannesen, 3. næstformaður.










