Skráin fyri várdagar í Nes kommunu heldur fram alla hesa vikuna, og í kvøld klokkan 20 fer Jógvan Joensen at hava ókeypis konsert í ungdómshúsinum á Toftum.
Jógvan Joensen er eitt nú kendur frá X-factor og hevur verið nógv frammi, síðan hann við frálíkum úrsiti var við í stóru donsku sangkappingini.
- Vit vóna, at nógv fara at nýta høvi at koma til ókeypis konsertina, og vit heita á fólk um at koma í góðari tíð fyri byrjan. Konsertin er ætlað teimum, sum eru í 7. flokki og upp til 18 ára aldur.
Tað siga tey, ið standa aftan fyri ungdómshúsið á Toftum, sum húsast í frálíku hølunum, har Bank Nordik áður helt til.