Jógvan Jespersen er stjóri í felagnum Nótaskip. Hann sigur í viðmerking uppá nýggju semjuna uppá fiskivinnunýskipanina, at tað er torført at gera ítøkiligar viðmerkingar, tí tað eru mest yvirskriftir og tí er ringt at spáa um avleiðingarnar av tí.
Les eisini: Hetta er verri enn tað, sum var til hoyringar
- Taka vit tað positiva, so er tað ein bati, at antitrust markið er hækkað úr 12% upp í 17,5% og at markið fyri hvussu nógv tú kann eiga av einum stovni er hækkað úr 15 upp í 20%. Tað er eisini positivt, at uppboðssølan av veiddum fiski er lækkað úr 60 niður í 20%. Hinvegin, so er tað eingin loyna, at vinnan ynskir ikki uppboðssølu, men hon er enn ein partur av uppskotinum, sigur Jógvan Jespersen.
Les eisini: Summir reiðarar raka mørkini
Jógvan Jespersen sigur seg eisini hava torført at skilja hvussu 2018 kann verða nýtt sum grundalag undir eini nýggjari skipan, tá kvoturnar í 2018 eru ókendar.
- Vit kenna ikki hvussu kvoturnar verða í næsta ár og vit eru jú í einum stríði við hini strandalondini um kvotabýtið. Vit hava jú ásett okkum sjálvum størri kvotur í mun til gamla býtið, 14% eyka á norðhavssild og 11% á svartkjaftin. Vit hava jú sæð fyrr, at kvoturnar eru minkaðar nógv fyrr og tað kann eisini henda í framtíðini, sigur Jógvan Jespersen.