Jógvan Isaksen: Tað skal ganga upp

Hetta heldur Jógvan Isaksen um, at hansara høvuðspersónur fer at tosa danskt

Høvuðspersónurin í nýggju føroysku sjónvarpsrøðini »Trom« skal tosa danskt.

Tað er greitt, eftir at framleiðararnir hava kunngjørt, at heimskendi danski sjónleikarin Ulrich Thomsen skal hava leiklutin sum Hannis Martinsson.

»Trom« byggir á krimisøgur hjá Jógvani Isaksen, sum hevur skrivað 11 bøkur, har blaðmaðurin Hannis Martinsson loysir krimigátur. Fyrsta krimibókin kom í 1990, tann seinasta í fjør.

– Vit hava broytt søguna, so at Hannis er uppvaksin í Føroyum, býr uttanlands og kemur heim at kanna eitt mál. Hann skilir føroyskt, men tosar danskt í røðini, sigur Jón Hammer, sum framleiðari av »Trom«.

Rithøvundin Jógvan Isaksen leggur ikki tað stóra í, at hansara landskendi høvuðspersónur nú fer at tosa danskt.

– Mínar bøkur eru bara ein íblástur, so sjónvarpsrøðin kemur ikki til at fylgja bókunum meir enn tað sama. Haraftrat eri eg greiður yvir, at um tú vilt hava útlendskar fyritøkur at lata oman fyri 30 milliónir fyri gerð av eini tílíkari røð, so fylgja treytir eisini við, sigur Jógvan Isaksen.

– Sjálvandi hevði tað verið gott, um alt gekk fyri seg á føroyskum, men sum støðan er, havi eg einki ímóti, at tað verður høgt av hæli og klipt ein tá fyri at fáa alt at ganga upp, sigur hann.

Framleiðarin sigur, at tað hevur stóran týdning fyri sjónvarpsrøðina, at ein heimskendur sjónleikari er við.

– Hetta er ein dýr sjónvarpsrøð, og tí hava vit roynt at funnið ein høvuðsleikara, sum er heimskendur. Ulrich Thomsen vísti áhuga fyri leiklutinum, og tað hevur havt sera stóran týdning fyri verkætlanina, at hann er við, sigur Jón Hammer.

– Tað er neyðugt at hava ein altjóða kendan sjónleikara við fyri at fáa neyðugu fíggingina til sjónvarpsrøðina, og tað hevði neyvan latið seg gjørt, um bert føroyingar spældu við. Ulrich Thomsen er kendur um allan heim, hann hevur spælt við í James Bond, hann er kendur í USA, og tí kann hann eisini slóða fyri, at hendan røðin verður víst víðahvar, sigur Jón Hammer.

Hann viðurkennir, at summir føroyingar helst fara at halda, at tað er keðiligt, at høvuðsleikarin í røðini tosar danskt.

– Vit hava hugsað, at onkrar reaktiónir fara at koma, nú høvuðsleikluturin sum Hannis Martinsson verður spældur av donskum sjónleikara, men vit hava roynt at hugsað um tað positiva við, at vit hava fingið ein veruligan heimskendan sjónleikara at spæla við, og tað fer at hava stóran týdning fyri bæði hesa røðina og fyri Føroyar sum filmsland frameftir, sigur Jón Hammer.