Jógvan Isaksen fyrilestur í Berlin

Føroyskar bókmentir seinastu 100 árini verður evni í fyrilestri, sum føroyski rithøvundurin og bókmentafrøðingurin Jógvan Isaksen fer at halda á Humboldt Universitetinum í Berlin 7. mai


Í fyrilestrinum fer Jógvan Isaksen at viðgera tey mest týðandi skeiðini í føroysku bókmentasøguni seinastu 100 árini. Eisini fer hann at lýsa trupla sambandið millum danska og føroyska málið í føroyskum bókmentum, sum tað endurspeglar Føroyar sum post kolonialt samfelag. Fyrilesturin, ið er á donskum, verður hósdagin 7. mai klokkan 18.00 á Nordeuropa-Instituttinum á Humboldt Universitetinum í Berlin, høli 3.134 (Georg Brandes)