Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi løgtingsformaður, hevur nú fingið eitt skip uppkallað eftir sær. Tað er tó ikki vegna starvið sum løgtingsformaður, at hann er uppkallaður, men heldur vegna hansara virksemi í reiðarínum.
– Tað eru í ár 50 ár síðani, at Jákup, Petur og pápi komu við sínum skipi, og tá vóru vit stolt, segði Anfinn Olsen.
Hann segði í røðuni, at hann spurdi pápa sín, hvat navnið skuldi vera á nýggja skipinum.
– Eg var ikki nøgdur við tað heitið, ið pápi kom við. Hann nevndi, at tað kundi eita Vektin, sum er eitt stað á vestarakanti á Tangafirði, sum vit sóu frá vindeyganum hjá okkum. Men tað helt eg ikki vera gott nokk. Vit hava tí tikið ta støðu, at skipið skal fáa navn eftir pápa og skal eita Jógvan I, segði Anfinn Olsen.
##med2##
Klokkan var líka farin av 13 í dag, tá ið nýggja frystilíniskipið legði at á Toftakai. Hornorkestrið hjá Nes Sóknar Musikkfelag spældi.
Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, bjóðaði vælkomin og ynskti eigarunum vælkomin við nýggja skipinum.
– Tað eru trý ár síðani, at vit seinast tóku móti nýggjum skipi her á Toftum, tá ið Stapin kom. Tvey ár frammanundan, í 2014, var móttøka fyri Vágasteini. Bjartskygni er aftur at hóma, og línuskipini hava havt góðan fiskiskap í seinastuni, og tað er hugaligt. Vit gleðast um, at eitt nýtt skip nú kemur til Toftir, segði Jóhannus Danielsen.
Manskórið í Undirhúsinum sang tríggjar sangir, áðrenn Anfinn Olsen fekk orðið.
– Vit hava ongantíð verið einsamøll í okkara virksemi. Eg hevði ynskt, at teir, sum vit hava samstarvað nógv við í Samherja í Íslandi, eisini vóru við. Men tað bar ikki til, nú brotasjógvar hava rakt teir. Eg vóni, at ein óheft kanning verður gjørd, og lat okkum so bíða til eitt úrslit kemur, segði Anfinn Olsen.
##med3##
Síðani vóru øll bjóðað umborð á nýggja Jógvan I, at síggja hetta vakra skipið.
Jógvan I skal avloysa Sigmund, ið er farið úr vinnu. Eitt annað skip hjá felagnum, Mascot, er seldur.
Skipið er keypt úr Ålesund í Norra, og hevur higartil itið Atlantic. Tað er bygt í 1998, og tað kostaði umleið 60 milliónir.
Skipið lastar umleið 300 tons, og veiðan verður fryst umborð. 16 mans vera við nýggja skipinum, og ætlanin er at hava tvær manningar. Skipari verður Heri Henriksen úr Klaksvík.
Skipið skal nú riggast til, at væntandi verður fyrsti túrur fyri jól.
##ms##