Jógvan I farið at royna skip og greiðir

Nýggjasta línuskipið í flotanum – Jógvan I hjá P/f Eysturoy – loysti av Toftum seinnapartin í gjár. Tey gera ein stuttan túr, har teir fara út at royna skip og greiðir

Jógvan I, sum er eitt frystilínuskip, skal eftir ætlan gera tvær setur, so koma teir inn aftur og gera klárt at fara á Flemmish Cap.

Skipari á Jógvan I er klaksvíkingurin, Heri Henriksen. Tað verða 16 mans við skipinum, og ætlanin er at hava tvær manningar.

##med2##

Jógvan I varð fyrr í ár keyptur úr Ålesund í Norra fyri umleið 60 milliónir krónur. Skipið kom til Føroya 2. desember. Tá skifti tað navn til Jógvan I.

Skipið er bygt í 1998, og hevur áður itið Atlantic. Skipið er 44,9 metrar langt og 10,5 metrar breitt. Høvuðsmotorurin og ljósmotorarnir eru Caterpillar og vórðu settir í skipið í 2018. Frystiútgerðin er frá 2012. Jógvan I er fyrsta línuskipið í flotanum, ið er útgjørt við flakalinju.

Jógvan I lastar 320 tons og kann frysta 24 tons um samdøgrið.

##med3##