Av teimum tilsamans 39 tingfundunum síðani ABC-samgongan tók við er Jógvan við Keldu sambært gerðabókini í tinginum mest fráverandi landsstýrismaður. Innlendismálaráðharrin hevur forsømt 17 tingfundir, síðani tingið á fyrsta sinni savnaðist 3. februar í 2004, og er hetta tveir tingfundir fleiri í fráveru enn løgmaður Jóannes Eidesgaard, sum er á øðrum plássi av manningini í Tinganesi. Raskasti landsstýrismaðurin at møta til tingfundir er mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, sum hevur mist seks av 39 møguligum tingfundum.
Jógvan við Keldu hevur fyrr gjørt seg galdandi við fráveru í tinginum, tá uppmøtingar hava verið kannaðar av fjølmiðlunum. Fyri nøkrum árum síðani var hann sambært Dimmalætting mest fráverandi tingmaðurin, og nú tingið er farið í summarfríð, er innlendismálaráðharrin mest fráverandi landsstýrismaður til tingfundirnar.
Møtir upp til síni mál
Sjálvur hevur Jógvan við Keldu eina einfalda orsøk til stóru fráveru hansara í tinginum.
- Eg møti hvørjaferð upp í tinginum, tá mítt økið verður viðgjørt, og tá onnur mál verða viðgjørd fyri aðrar landsstýrismenn, vil eg heldur sita í Tinganesi og arbeiða við mínum málum, greiðir Jógvan við Keldu frá. Hann sigur, at hansara aðalráð er tað minsta, og at tað tískil er náttúrligt, at hann ikki hevur verið eins nógv í tinginum og aðrir landsstýrismenn. Hann heldur tað tí hava sínar orsøkir, at hann er og hevur verið frammi í sambandi við ov nógva fráveru.
Ivasom skráseting
Men innlendismálaráðharrin vísir á, at skrásetingin viðvíkjandi uppmøting í tinginum ikki nýtist at vera eftirfarandi.
- Eg kundi eisini valt at møta upp til hvønn tingfund í einar 5-10 minuttir og verða skrásettur, áðrenn eg rýmdi aftur, men tað meti eg ikki vera rætt, sigur Jógvan við Keldu. Hann sigur, at hesin framferðarháttur ikki er ókendur, men tað ynskir hann so ikki at gera sær dælt av. Jógvan við Keldu hevur sostatt forsømt 17 av 39 tingfundum sum landsstýrismaður í innlendismálum, tað vil siga ein frávera á 43,6%.
-----------
Av teimum 39 tingfundunum, síðani ABC samgongan fyrstu ferð savnaðist í tinginum 3. februar, hava landsstýrismenninir verið fráverandi so nógvar tingfundir:
1. Jógvan við Keldu17
2. Jóannes Eidesgaard15
3. Bárður Nielsen14
4. Bjørn Kalsø14
5. Bjarni Djurholm10
6. Hans Pauli Strøm9
7. Jógvan á Lakjuni6