Jógvan hevur úr at gera

Heilsølan hjá Jógvan Weihe er í dag ein virkin fyritøka, men at byrja við var tað meira av neyð enn nøkrum øðrum, at farið varð undir hetta

Eftir at hann í meira enn 25 ár hevði verið í starvi hjá Landshandlinum og Kartna Winther, var Jógvan ein av teimum mongu, sum merktu syrgiligu avleiðingarnar, tá búskaparkreppan rakti oyggjar okkara.

Felagið, sum hann starvaðist hjá, fór av knóranum, og brádliga stóð Jógvan í Teirri støðu, at einki arbeiði var til sín.

Hetta fekk hann tó ikki at fella í fátt, men tvørturímóti eggjaði tað honum til at fara undir egið virki, og hetta hevur hann havt síðani.


Einki annað at gera

Sum hann sjálvur sigur, so var einki annað at gera. Sambandi við ymsu søluliðini var jú í lagi frammanundan, so hví skuldi hann ikki roynt hetta, eins væl og nakað annað?

í 1993 leigaði hann seg so inn í ein kjallara við Marknagilsvegin, men skjótt gjørdist karmarnir ov treingir, og tískil flutti hann niðan aftur á Staravegin, har bygningurin hjá Louis Poulsen nú stóð tómur, eftir at Kartni Winther fyrr hevði hildið til á staðnum.

Tað er serliga ymisk útgerð til náttúrufarandi umframt fóður av ymsum slag, sum Jógvan hevur lagt seg eftir at selja. Har er fiskireiðskapur, arbeiðsklæði, patrónir, hoyggj, seteplið, kunsttøð og annað, og greiður Jógvan frá, at hann við hesum hevur roynt at avmarkað seg til ein ávísan málbólk, so hann ikki kemur at fevna um meira enn hann er førur fyri at røkja.

Treyðugt so, onkrar keypmansvørur hevur hann sjálvandi, men hetta er ikki størsti parturin av virkseminum.

Sjálvur heldur hann mest um fóðrið, sum verður blandað eftir serligum forskriftum, alt eftir um talan er um seyða-, neyta- ella hestafóður. Jógvan leggur dent á, at talan er um sonevndar opnar blandingar, har innleggsseðil eisini er hjálagdur, so síggjast kann, hvat er latið í fóðurið.


Fimm fólk

Tá hann byrjaði við Marknagilsvegin, var Jógvan einsamallur um virkið, men so við og við hevur verið neyðugt at sett meira fólk afturat. Í dag hevur Jógvan fýra onnur fólk í starvi, so hann og konan, Hildubjørg, sum tekur sær av pappírsarbeiðinum, hava úr at gera í dag, hóast tað fyri nøkrum árum síðani sá heldur svart út.