Á Sjómansheiminum Ørkini hittust nógvir føroyingar fyri at fylgja við í á stórskíggja tá Støð 2 sendi stóru finaluna. Nógv nýttu eisini høvið at atkvøða fyri sínum vinnara. Hýrurin var góður, tá tað kom fram at yvir 70% av atkvøðunum vóru til Jógvan.
Eftir tiltakið í Ørkini fóru fleiri av gestunum av Ørkini og í eftirveitsluna hjá Jógvani.
Jógvan hevði leigað hugnaligu Kaffi Reykjavík mitt í býnum til samkomu eftir sigurin í X-Factor. Familja, starvsfólk og vinir taldu nøkur hundrað fólk, ið sótu á kaffeini spent og bíðaðu eftir Jógvani og systrunum Haru, sum hann dystaðist ímóti.
Tá Jógvan eftir eina løtu kom á kafeina, var rómurin øgiligur. Duettin Hara kom stutt eftir og fingu tær eisini góða móttøku.
Jógvan hevur nógvar vinir, sum stuðla honum. Hetta sást so væl, at hann næstan ikki fekk fari á wc, uttan at fimti ungfólk skuldu klemma og tosa við hann. Telefonin hjá Jógvani kimaði eisini alla tíðina.
Millum annað fekk Jógvan gávu frá vinmanni sínum á amerikansku sendistovuni og frá Klaksvíkar býráð.
Dagin eftir stóru finaluna var øll familjan bjóða til døgurða og at gista beint uttanfyri Reykjavík, har Jógvan skuldi hitta ein stóran íslendskan sangskrivara, sum hevur skrivað fleiri sangir til íslendska Grand Prixið.









