Edmund S. Jacobsen
Á Sjómansheiminum Ørkini hittust nógvir føroyingar fyri at fylgja við á stórskíggja, tá Støð 2 sendi stóru finaluna. Nógv nýttu eisini høvið at atkvøða fyri teirra vinnara. Hýrurin var góður, tá tað kom fram, at yvir 70 prosent av atkvøðunum vóru til klaksvíkingin, Jógvan Hansen.
Eftir tiltakið í Ørkini fóru fleiri av gestunum av Ørkini og í eftirveitsluna hjá Jógvani.
Jógvan hevði leigað hugnaligu Kaffi Reykjavík mitt í býnum til samkomu eftir sigurin í X-Factor. Familja, starvsfólk og vinir taldu nøkur hundrað fólk, ið sótu á kaffeini spent og bíðaðu eftir Jógvani og systrunum Haru, sum hann dystaðist ímóti.
Tá Jógvan aftan á eina løtu kom á kafeina, var rómurin øgiligur. Duettin Hara kom stutt eftir og tær fingu eisini góða móttøku.
Jógvan hevur nógvar vinir, sum stuðla honum. Hetta sást so væl, at hann næstan ikki fekk fari á wc, uttan at fimti ungfólk skuldu klemma og tosa við hann. Telefonin hjá Jógvani kimaði eisini alla tíðina.
Millum annað fekk Jógvan gávu frá vinmanni sínum á amerikansku sendistovuni og frá Klaksvíkar Býráði.
Dagin eftir stóru finaluna var øll familjan bjóðað til døgurða og at gista beint uttan fyri Reykjavík, har Jógvan skuldi hitta ein stóran íslendskan sangskrivara, sum hevur skrivað fleiri sangir til íslendska Grand Prixið.