Hóast nógvir dugnaligir agnskerarar munnu finnast í Norðoyggjum, meldaðu bert fýra luttakarar seg til kappingina í agnskering á sjómannadegnum. Milum teir fýra var tað soleiðis bert hin eini, sum ikki fekk heiðurpláss millum tríggjar teir bestu.
Teir fýra brúktu millum 1.32.67 og 4.37.46 minuttir um at skera.
Kvikastur og FM-vinnari gjørdist Jógvan Heinesen við tíðini 1.32.67, á øðrum plássi Klávus Bjartalíð við tíðini 1.51.98 minuttir og á triðja plássi Petur Martin Sivertsen, sum hevði tíðina 1.56.35.
Petur Zachariassen royndist eisini óførur, tó at hann brúkti nakað longri tíð enn hinir tríggir.