Kendi frásøgumaðurin í Kringvarpinum, Jógvan Arge, varð heiðraður við móttøku fríggjadagin í sambandi við at hann hevur starvast 40 ár á stovninum. Nógv fólk nýttu høvið at heilsa upp á Jógvan hendan dagin, starvsfelagar, familja, vinir og kenningar, og fleiri røður vórðu hildnar. Tey sum hildu røðu vóru millum onnur kringvarpsstjórin Annika Mittún Jacobsen, Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsnevndini, og starvsfólkini í Kringvarpinum Solby Eliasen og Suni Merkistein. Eisini helt Jógvan sjálvur røðu.
Millum føroyingar er Jógvan er helst best kendur fyri sínar frásagnir frá t.d. kappróðri og fótbóltsdystum, umframt at hann eisini er kendur sum rithøvundur. Hann hevur m.a. skrivað ymisk minnisrit og bøkur um føroyingar í Grønlandi.
Eftir at Jógvan varð liðugur við sína útbúgving sum journalistur á Ritzaus Bureau í Keypmannahavn, byrjaði hann sum programmedarbeiðari í Útvarpi Føroya 1. januar 1970. Frá 1979-1989 var hann leiðari fyri tíðindadeildina, og eftir tað var hann programleiðari á stovninum til 2008.