Jógvan Hansen í íslendska Grand Prix'num

Føroyski songfuglurin Jógvan Hansen skal nú leygarkvøldið vera við í
íslendska Melodi Grand Prixnum. Jógvan skal syngja kór í sanginum »Það sem
verður«

Grand-Prix

Komandi leygarkvøld er íslendska Melodi Grand Prixið á skránni. Jógvan
Hansen, ið vit vanliga kenna úr føroysku tónleikabólkunum: Aria og Kular
Røtur, skal nú á pall sum kórsagnari í íslendska Grand Prixnum. Ein vinkona
Jógvans, Lára Unnur Ægisdóttir, hevur skrivað lagið, og Hallgrímur
Óskarsson hevur skrivað tekstin. Sum skilst var tað upprunaliga Jógvan
sjálvur, ið skuldi syngja sangin, men av tí at sangirnir skulu vera á
íslendskum, valdu tey heldur at fáa ein íslending at syngja. So
leygarkvøldið verður tað Friðrik Ómar Hjörleifsson, ið stendur á odda sum
forsangari.

Sangurin Það sem verður er ein av teimum 24, ið varð valdur út av fyrstan
tíð millum tey 226 løgini, ið komu inn. Nú eru so bert 14 sagnir eftir í
kappingini, sum nú leygarkvøldið skulu dystast í finalu. Vinnarin í
finaluni skal síðan umboða Ísland í Evropeiska Melodi Grand Prixnum, ið
verður í Athen 18 mai 2006.

Tey, ið ynskja at fylgja við í íslendsku Grand Prix finaluni, kunnu klikkja
seg inn á heimasíðuna www.eurovision.is.