Jógvan Hansen nærkast finaluni

Jógvan Hansen er nú ein av sjey luttakarum eftir í íslendska X-Factor, og í íslendskum miðlum verður nú sagt, at Jógvan kann gerast ein av teimum báðum í finaluni.

X-Factor er best umtókta sjónvarpssending nakrantíð í Íslandi og fyrrverandi Aria sangarin, Jógvan er vorðin ein stjørna í Íslandi, og serliga millum kvinnuligu hyggjararnar er hann vælumtóktur.