Jógvan Hansen møguliga umboða Ísland í Eurovision

Vinnarin av íslendsku X Factor kappingini í 2007, klaksvíkingurin Jógvan Hansen, varð fyri kortum avdúkaður sum ein av luttakarunum í íslendsku úttøkukappingini til Eurovision 2009, sum verður hildin í 16. mai í Moskva

Millum trý tey fyrstu nøvnini, ið vórðu avdúkaði sum luttakarar til íslendsku úttøkuna til Eurovision 2009 tann 18. desember í ár, var eisini føroyski Jógvan Hansen.

Klaksvíkingurin gjørdist greiður vinnari av X Factor kappingini 2007, har hann vann á HARA systrunum við trimum fjórðingum av atkvøðunum, og hevur hann líka síðan verið ein av best umtóktu sangarunum í íslandi.

Síðan X Factor kappingina í 2007 er veruliga glið komið á tónleikakarrieruna hjá Jógvani, ið annars arbeiðir sum hárfríðkari í Íslandi, og hevur hann millum annað givið út fløguna »Jógvan«, ið var millum mest seldu fløgur í Íslandi í 2007.

Ævintýrið hjá Jógvani endar tó ikki her, hóast nógv ikki hevur verið at hoyrt til hann í seinastuni. Nú er hann nevnliga útnevndur sum ein av teimum 16, ið koma at kappast um at sleppa at umboað Ísland til Eurovision 2009, sum verður hildið í russiska høvuðsstaðnum Moskva tann 16. mai í summar.

Til undankappingina í Íslandi fer Jógvan Hansen at syngja ein sang hjá íslendska sangskrivaranum Hallgrímur Óskarsson, ið hevur ikki minni enn tveir sangir við í undankappingini. Íslendski sangarin Ingó fer at føra fram hin sangin hjá Hallgrími.


Møguliga fyrsti føroyingur í Eurovision

Tá ið Jógvan Hansen flutti til Íslands at búgva, mundu fleiri halda, at so var liðugt hjá honum at syngja. Sangarin í poppbólkinum Aria hevði gjørt vart við seg í føroyskum tónleiki, men tá ið leiðin var løgd til Íslands, snúði tað seg í fyrstu syftu um yrki sum frisør.

Haðani gekk tað tó skjótt framá, tá hann luttók, og gjørdist vinnari av X Factor kappingini í 2007, og nú í 2009 hevur hann so møguleikan at gerast fyrsti føroyingur yvirhøvir, ið kemur at luttaka í Eurovision, tó umboðandi grannatjóð okkara, Ísland.

Tey fýra undanumførini til Eurovision 2009 verða hildin í januar mánaði, tann 10., 17., 24., og 31. januar. Enn er ógreitt, hvørt av hesum undanumførunum hann verður partur av. Sjálva finalan verður tann 14. februar, og vónandi verður Jógvan Hansen eisini at síggja tá.