Jógvan Hansen livir dreymalívið í Íslandi

Hóast lítið hevur verið at hoyrt til Jógvan Hansen í seinastuni er hann enn høgt í metum í Íslandi. Fyri góðari viku síðan gjørdist hann piparsveinur, og varð tað hátíðarhildið við stíli, og 31. januar verður hann við í íslendsku Melodi Grand Prix kappingini

Síðan klaksvíkingurin Jógvan Hansen vann X Factor kappingina í Íslandi í 2007, hevur hann verið sera upptikin av tónleikinum. Men hóast fleiri fyrispurningar um at vera við í íslendska Melodi Grand Prixnum, kallað Söngvakeppni Sjónvarpsins, hevur hann ikki tikið av tilboðnum – fyrr enn nú.

Tann 18. desember varð hann nevnliga avdúkaður sum ein av luttakarunum til Söngvakeppni Sjónvarpsins, hvørs vinnari sleppur at umboða Ísland í Eurovision 2009, ið verður hildið í Moskva 16. mai í ár.

Tað verða hildin fýra undanumførð av Söngvakeppni Sjónvarpsins, og verður Jógvan við í tí seinasta av teimum, tann 31. januar. Tá skal hann kappast móti HARA systrunum, góðu vinkonurnar hjá honum, sum fingu hann við í X Factor í 2007, og sum blivu nummar tvey tá, umframt Hallu Williams, ið eisini var vertur til X Factor í 2007. Sostatt eru tvey av teimum trimum, hann skal kappast ímóti, sera góð vinfólk hjá Jógvani.

- Eg veit ikki um tað er lagnunar speisemi, ella onkur í spælir okkum eitt puss, at vit eru bólkaði saman. Í øllum førum verður tað stuttligt, greiðir Jógvan frá.



Ein nýggjur kapittul

Síðan X Factor í 2007 hevur tað gingið sera væl hjá Jógvan Hansen.

- Beint eftir kappingina livir man líkasum av rómanum, men tað er eitt ting sum forsvinnur aftur. Soleiðs er tónleikur og popularitetur, nevnliga at tú ert inni nú og úti í morgin. Mann má duga at brúka tað, sum man hevur fingið, vísir Jógvan Hansen á.

Áðrenn Jógvan Hansen fór til Íslands, var hann longu vorðin kendur í Føroyum, millum annað við bólkinum Aria og sum ein av røddunum í Kularótum. Royndirnar úr Føroyum hava í øllum førum komið Jógvani væl við.

- Tey eru nógv, sum vinna eina stóra kapping, og so vita tey ikki meira. Tað sum eg kanska havi framum onnur er eina góða bakgrund úr Føroyum. Eg havi aldurin og erfaring av tónleikinum úr Føroyum, og tað havi eg kunna brúkt væl. Eg spæli tónleik hvørja viku, og tað er sum eitt arbeiði nummar tvey fyri meg, og tað er fantastiska stuttligt greiðir Jógvan frá.

Sjálvur sigur hann, at hann er ótrúliga heppin at kunna hava valið at luttaka í eini slíkari kapping, og at tað er eitt privilegium at sleppa at framføra eitt lag hjá einum, sum hevur skrivað so góð løg sum Hallgrímur Óskarsson.


Øll í Íslandi fylgja við

Í Íslandi er Söngvakeppni Sjónvarpsins sera nógv umhildið, og sum heild fylgja íslendingar sera væl við í sendingini.

- Tá eg var í Føroyum, fylgdi eg við í danska Melodi Grand Prix onkuntíð, men tað var so tað. Soleiðs er tað vanliga millum føroyingar. Í Íslandi flenna tey kanska eitt sindur eftir tí, men kortini hava øll eina meining um tað, og tað er sera væl umtókt her, greiðir Jógvan Hansen frá.


Hevur takkað nei áður

Til kappingina skal hann føra fram lagið »I think the world of you« hjá Hallgrími Óskarsson, ið eisini skrivaði vinnandi sangin til somu kapping í 2003.

- Eg havi ikki vilja tikið av beinanvegin, tí sjálvt um Ísland er stórt, so er tað avmarkað hóast alt, og eg vildi ikki skjóta alt av beinanvegin aftaná eg vann X Factor í 2007. Men nú er nakað av tíð liðin, og eg haldi at tíðin er komin at gera nakað stuttligt aftur, greiðir Jógvan Hansen frá.

Hallgrímur Óskarsson er ein av góðu vinmonnunum Jógvans, og nú hava teir fingið møguleikan at arbeiða saman.

- Vit hava altíð havt ein lítlan dreingjadreym um at gera okkurt saman, og nú hildu vit at tað var tíðin til tað. Tað eru hann og umboðsmaður mín, Einar Barðasson, sum hava fingið meg at koma við í kappingina, sigur Jógvan Hansen.

Hóast avmarkingar eru á, hvat hann kann avdúka áðrenn kappingina, hevur hann tó avdúkað at lagið, hann skal framføra, er ein ballada, mid-tempo, við eitt sindur av power í.


Ikki fyrstu ferð

Nakað, sum tey allarfægstu munnu vita, er at Jógvan Hansen hevur tikið lut í Söngvakeppni Sjónvarpsins fyrr. Tað var nevnliga í 2006, tá hann sangari í bakgrundini hjá Friðrik Ómar Hjörleifsson til kappingina. Tá gjørdust teir nummar trý, men í fjør tók Friðrik Ómar Hjörleifsson aftur lut í Söngvakeppni Sjónvarpsins, og vann hann tá kappingina.

- Bara tað at eg havi verið við í kappingini fyrr er ein erfaring, ið eg vóni kemur sera væl við nú tá eg verði við aftur, vísir Jógvan Hansen á.


Tvey ymisk lív

Hóast Jógvan Hansen mest er kendur fyri tónleikin hjá sær, er hansara borgarliga starv sum hárfríðkari enn hansara høvuðsprioritetur.

- Eg arbeiði enn upp móti 50 tímum um vikuna sum hárfríðkari, sjálvt um tað svingar eitt sindur tá eg onkuntíð má taka tónleikin framum. Men tað er hetta, sum hevur borið meg gjøgnum dagarnar, og tað er deiligt, sigur Jógvan Hansen.

Fyri góðari viku síðan, tann 28. desember í 2008, fylti Jógvan Hansen 30 ár, og tað varð hátíðarhildið við stíli. Hann hevði boðið nøkrum gestum úr hansara vinarskara, umframt familjuni úr Føroyum, men tá avtornaði vóru meiri enn 100 fólk komin at hátíðarhalda dagin saman við honum. Harímillum vóru fleiri av teimum »kendu« úr Íslandi, allir poppararnir í býnum og fleiri av bestu sangarunum í landinum og var tað ein stórsligin veitsla, greiðir hann frá.

- Tað er well at blíva 30 ár, og sjálvt um eg nú eri blivin piparsveinur, so haldi eg enn saman við damuni, sum er Hrafnhildur Jóhannesdóttir, sigur Jógvan Hansen grínandi.

Sostatt livir Jógvan Hansen dreymalívið í Íslandi, og so er bert eftir at síggja hvussu tað fer at hilnast klaksvíkinginum í Söngvakeppni Sjónvarpsins tann 31. januar.