Sangurin ?Eg lofa? hjá Jógvani Hansen og Vigniri Snær Vigfússon skal kappast í íslendsku Eurovision finaluni Jógvan Hansen fer at taka lut í enn einari íslendskari Eurovision finalu. Tað gjørdist greitt aftaná, at sangurin ?Eg lofa? hjá Jógvani Hansen og Vigniri Snær Vigfússon vann seg víðari í kvøld.
Lagið ?Aftur Heim? hjá Sigurjón Brink, sum doyði stutt undan kappingini vann seg eisini víðari í finaluna.
Sangurin hjá Sigurjóni Brink var framført av vinum hansara Gunnar Ólason, Vignir Snær Vigfússon, Pálmi Sigurhjartarson, Matthías Matthíasson, Hreimir Erni Heimisson og Benadikt Brynleifsson.
Triðja lagið sum vann seg víðari í finaluna var ?Ég trúi á betri líf? hjá Hallgrím Òskarsson.
Finalan í íslendsku Eurovision kappingini verður leygarkvøldið 12. februar.










