Jógvan Hansen: Kappingin ein ævintýrferð

Jógvan Hansen var við í seinasta innleiðandi umfarinum av íslendska Grand Prixnum. Hann royndi seg við sanginum I Think The World Of You og varð sendur víðari til finaluna. Jógvan Hansen var leygarkvøldið kosin sum finaluluttakari í Íslendska Grand Prixinum, og 14. februar stendur slagið um hvør skal umboða Ìsland í Russlandi seinni í ár.

 

 

Røddleysur tímar áðrenn kappingina

Hóast Jógvan stóð seg stak væl undir kappingini, so var óvanliga nógv orka løgd í at framføra.

Jógvan gjørdist sjúkur dagar áðrenn kappingina, og fríggjamorgun var røddin burtur.

- Eg fekk als ikki tosað fríggjamorgun, og var noyddur at ringja til ein hálslækna, har eg fekk eina rúgvu av heilivági fyri at klára meg gjøgnum kappingina, sigur Jógvan

Tímar áðrenn stóru løtuna var Jógvan til ljóðroynd og tá gekk ikki eftir vild.

- Eg ljóðaði sum Joe Cocker til ljóðroyndina, men til kappingina konsentreraði eg meg so nógv at tað eydnaðist hóast alt, sigur hann.

 

Kappingin ein ævintýrferð

Kappingin er enn ikki av, og 14. februar stendur slagið um hvør skal umboða Ísland í kappingini í Russlandi.

- Hetta hevur verið ein ævintýrferð, og eg havi notið hvørt stig á leiðini, sigur Jógvan.

Jógvan er enn sera jaligur um støðuna, og hann heldur seg hava eins stóran møguleika og hinar luttakararnar.

- Eg vil sjálvsagt fegin vinna kappingina, og eg haldi eisini, at eg havi eins stórar møguleikar og hinar luttakararnar, men um eg ikki vinni, so hevur tað hóast alt verið ein uppliving fyri lívið, sigur Jógvan.

Um tað eydnast Jógvani at vinna kappingina ella ikki verður greitt 14. februar, tá Kringvarpi sendur beinleiðis frá finaluni.

 

Les meira í Sosialinum í dag.