Tá Jógvan Hansen fer á pall í X-Factor finaluni Langa Fríggjadagskvøld, verður tað í kappingin móti teimum báðum vinkonunum, ið meldaðu Jógvan til kappingina. Føroyingar í Reykjavík fara fríggjakvøldið at savnast á Sjómansheiminum Ørkini, har møguligt verður at fylgja finaluni í sangkappingni X-Factor á stórskíggja. Til ber at fylgja unga sjeikinum Jógvani Hansen úr Klaksvík, sum fer at dystast í móti duettini, sum kallast Hara. Systrarnar sum Jógvan skal møta, eru hansara bestu vinfólk, sum eisini yvirtalaðu unga klaksvíkingin til kappingina, har fleiri hundrað lutakarir byrjaðu. Jógvan Hansen kenna fleiri frá klaksvíksbólkinum Aria og dagliga starvast hann sum frisørur í Reykjavík.
Flestu føroyingar og nógvir íslendingar fara at hyggja eftir sangfinaluni beinleiðis á Støð 2 við sendingi X-Factor. Bert tey sum hava íslendska telefon kunnu atkvøða við sms á fartelefon ella við at ringja frá fastnetinum.
Ørkin stuðlar Jógvani, sum eisini er dagligur gestur á heiminum, við at familja hansara gistir á Ørkini. Atgongumerkini til finaluna í studio eru útseld, og tískil er upplagt at samlast á Ørkini sigur leiðarin á føroyska sjómansheiminum Símun Hansen.
Tiltakið á Ørkini Langa Fríggjadagskvøld er ókeypis og byrjar kl 20:30 fríggjakvøldið.
Høvið verður at keypa sær kaffi, te, sodavatn og okkurt yvirraskandi afturvið.
Jógvan Hansen er dagliga at síggja á skýggjanum undan stóru kappinginin og er hann tippaður at vera favorittur í X-Factor og slaturin gongur, at hann longu er byrjaður í upptøkuhølum til eina fløguútgávu.
Edmund S. Jacobsen úr Reykjavík