-Tað var hart at fara á pallin uttan hann. Men eg veit, at hann hevði verið stoltur av mær, hevði hann sæð meg framført. Soleiðis sigur Jógvan Hansen, sum fyri stuttum misti ein av bestu vinunum Sigurjón Brink. Ein íslendskur tónleikari, sum Jógvan Hansen mangan hevur framført við, og sum er ein av hansara bestu vinmonnunum, doyði fyri stuttum á sera ungum aldri.
Sigurjón Brink skuldi eftir ætlan eisini verða við í Eurovision í Íslandi, og hann og Jógvan Hansen skuldi royna seg í kappingini sama kvøld. Men stutt undan kappingini doyði ungi sangarin.
-Tað var hart, at fara á pallin uttan hann. Men vit, sum standa eftir, mugu ikki gevast at liva og gloyma okkum í sorgini. Eg veit hann hevði verið stoltur av mær, sigur Jógvan Hansen.
Jógvan Hansen sang seg um vikuskiftið í finaluna í Eurovision kappingini í Íslandi.
-Tað hevur stóran týdning fyri meg, at eg nú eri komin í finaluna. Tað er helst eitt slag av viðurkenning um at eg geri okkurt rætt. Og so er tað eisini fantastiskt fyri mítt framtíðar arbeiði sum tónleikari, sigur Jógvan Hansen.
Men hóast tað gekk avbera væl á pallinum í Íslandi, og íslendingar hava tikið væl ímóti sanginum hjá Jógvani Hansen, so væntar hann ikki, at hann megnar at vinna kappingina.
-Eg hevði góðar vónir, men aftaná at vinmaðurin hjá mær doyði, er kappingin broytt nakað nógv. Tað hevur verið ótrúliga nógv fokus á hann og lag hansara. Samkenslan millum íslendingar er øgilig, og tí fáa vit onnur, sum eftir eru, ikki ein rættvísan møguleika, sigur Jógvan Hansen, sum vísir á, at hann gleðir seg at koma aftur á pallin.
Finalan verður 12. februar.